Frídagurin varð hildin úti í Koltri

17. mai 2021

Fríggjadagurin var frídagur, og tá varð skipað fyri túri út í Koltur við 7. flokki. Boðini vóru at vera heitt ílatin, tí enn er kalt og væntað varð, at tað bleiv eitt sindur av vindi.

Í góðum hýri møttust øll á Gomlurætt, har rib-bátar lógu til reiðar at sigla út.

Koltur er ein av serstøku oyggjum okkara, tí hon minsta bygda oyggj í Føroyum, 2,3 km² til víddar. Eitt fólk býr fast alt árið í Koltri og hevur gjørt tað síðani 1997. Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni ella við rib-bátum.

Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur.

Ein familja hevur oynna í festi frá tí almenna, og Bjørn Patursson var so beinasamur at greiða frá um oynna. Sum myndirnar vísa, so er Koltur er eitt náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru eisini stórir.

Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum koltr, ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir.

Meira er at lesa her.

Veðrið skikkaði sær av tí besta, og tá ið matpakkar vóru etnir, býlingarnir vitjaðir, og næmingarnir høvdu spælt og kannað oynna eitt sindur nærri, varð farið inn aftur á Gomlurætt. Tá varð siglt inn í eina grottu og annars í fuldrøn. Stuttligt og vilt.

Fleiri myndir eru her.

Á veg norð varð steðgað á í Bovlinghøllini í Leirvík, har bovlingløtan endaði við einum betri bita.

Ein frálíkur frídagur saman, má sigast.