Gleðiliga hvítusunnu

21. mai 2021

Seinastu vikuna hevur verið betri pláss enn vanligt á skúlanum. 9. og 10. flokkarnir eru til skrivliga próvtøku, og allir 6. flokkarnir hava verið á setursskúla. Hetta hava hinir næmingarnir gagnnýtt. 

5. a skipaði fríggjadagin fyri morgunsangi, har tey sjálvi luttóku. Pætur og Kendra spældi klaver, og tað var frálíka væl frágingið. Eisini greiddi Unnur frá um hvítusunnu.

Hetta er høgtíðin, tá ið vit minnast, at Jesus sendi talsmannin, heilaga andan, soleiðis sum hann hevði lovað lærusveinunum, áðrenn hann fór heim aftur til faðir sín eftir at hava útint tann gerning á fold, ið faðirin hevði sent hann at gera og nú uppfylti. 

Hvítusunna er síðstu høgtíð í kirkjuárinum. Navnið hvítusunna kemur frá tíðini, tá ið hetta var dópstíðin fram um aðrar. Tey fóru tá í hvít klæðir og vóru doypt. 

Fleiri myndir eru her.

Eisini hava næmingarnir hugnað sær úti, har millum annað 5. d spældi melda kríggj. Niðanfyri verður greitt frá, hvussu spælt verður.

Nú tað er langt vikuskifti verður møguliga tíð at spæla ymisk spøl. Í bókini Kata, trýst her, finnur tú ymisk góð spøl - bæði innan- og uttandura.

Við hesum verður tykkum øllum ynskt eina gleðiliga hvítusunnu. 

 

****

Soleiðis spælir tú melda kríggj

Teknaður verður ein ringur (R = uml. 1-1,5 m) við einum ringi í miðjuni (R =  15-20 cm). Ringurin verður býttur upp í líka stórar og eins nógvar partar, sum tað eru luttakarar. Hvør luttakari gevur síðani stykki (landi) sínum navn. Eingi lond skulu eita tað sama.

So verður farið at spæla. Øll standa á strikuni á tí stóra ringinum, meðan ein luttakari, ið valdur er at byrja, rópar t.d.: „Eg meldi kríggj móti USA!“ Øll taka so til beins alt tað, tey eru ment burtur frá ringinum uttan tann, ið hevur USA. Hesin (USA) skal sum skjótast traðka á tann minna rundingin inni í miðjuni og rópa: „Steðga!“ Tá skulu øll steðga og bíða, meðan tann, ið er inni í ringinum, loypur trý lop móti tí, ið stendur honum næst (og møguliga spýtir móti viðkomandi). Eydnast USA at koma hesum so nær, at hann fær
nomið við hann, sleppur USA at taka land frá viðkomandi. Eydnast tað ikki, sleppir hin at taka land frá USA.

Skift verður um at rópa á tann hátt, at tað er hvørja ferð tann, sum farið verður eftir, sum skal rópa næstu ferð.

Land verður tikið á tann hátt, at luttakarin stendur á einum beini inni í miðjuni og roynir at strika so stóran part sum gjørligt av landinum, sum hann hevur tikið, uttan at flyta fótin. Verður fóturin fluttur ella strikan slitnar, áðrenn hon er komin føst í eina aðra striku, verður strikað haðani, sum slitið hendi og beint inn ímóti tí lítla rundinginum. Parturin, ið tikin er, verður síðani nevndur við navninum á tí landi, sum hevur tikið hann. Í hesum føri 
hevði USA verið skrivað á pettið.

Næstu ferð, USA tekur land frá hesum sama landi, kann hesin seta fótin á tað pettið, sum hann fyrr hevur tikið og á henda hátt hava størri møguleika at ogna sær eitt enn størri petti.

Hvørja ferð ein spælari hevur mist alt sítt lendi - eisini tað, sum hesin hevur tikið frá øðrum - hevur hesin tapt og noyðist at fara úr spælinum. Spælið er liðugt, tá ið tað eina landið hevur ognað sær øll hini londini.