Lær teg skap við 4. flokki

27. mai 2021

Í 4. flokki hava næmingarnir í ár millum mangt arbeitt við at máta. Tey hava tosað um ummál, areal, mátilutfall og geometrisk mynstur.  

Skapini eru ymisk, og í rokning er umráðandi at vita, hvussu roknað verður. Tí leggur bókarøðin ROKNING dent á trý høvuðsøki, sum eru:

at arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi
at laga læringina til hvønn einstakan næming og
fakligt innihald og stigvísa framtøku
Nakað av hesum sæst aftur á vegginum í floksstovuni hjá 4. flokki. Tá ið evnið var geometri, arbeiddu tey m.a. í bólkum og gjørdu uppsløg, sum nú hanga uppi. Harvið kunnu næmingarnir nú brúka veggjaprýðið, um tey ivast í onkrum. Har eru kvadrat, rektangul, paralellogram, romba, fýrkantur, trapets, javnsíðaður tríkantur og rættvinklaður tríkantur.

Hygg eftir myndum her.

Næmingarnir greiddu hugagóður frá uppsløgunum og vóru eyðsýnt glaðir fyri verkið.