Geometriskt listaverk

3. juni 2021

Hevur tú hoyrt orðið geometriskt listaverk fyrr? Neyvan, men tað er eitt orð, sum lýsir eina verkætlan, sum 2. flokkur á Skúlatrøð hevur gjørt. Nú hongur listaverkið úti í gongini við Ósánna, so øll kunnu fáa gleði av tí.

Geometri snýr seg um at greina eginleikar hjá fleirdimensjonalum skapum. Hetta hava næmingarnir arbeitt við, og í listaverkinum hava teir hesa ferð lagt seg eftir at hava kvadrat, rektangul, rættvinklaðir tríkantar og paralellogram við.

Fleiri myndir eru her.

Í undirvísingini verður bókarøðin ROKNING brúkt. Har er dentur lagdur á trý høvuðsøki:

At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi
At laga læringina til hvønn einstakan næming
Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til næmingar á ólíkum fakligum stigum.

Til hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot í lærarabókini um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari, og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí.

Fyri at fáa samanhand í undirvísingina, verður t.d. regluliga spurt: 

  • Hvat er tað, vit nú fara at læra?
  • Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?
  • Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?

Úrslitið er eisini eyðsæð. Vit takka 2. flokki fyri frálíka og læruríka listaverkið og ynskja teimum framhaldandi góðan arbeiðshug.