Foreldur eisini góður fongur fyri flokkin og einstøku børnini

12. august 2021

Hvørt ár bjóðar skúlin nýggjum næmingum vælkomnum. Við skúlabyrjan 2020 prentaði Sosialurin samrøðu, sum Annika Im, blaðkvinna, hevði við Marianna Skarðenni Poulsen, lærara á Skúlatrøð. Her nevnir Marianna viðurskifti, sum eru áhugaverd og viðkomandi at lesa við skúlabyrjan. Góðan lesihug!

Tað er ymiskt, hvussu tey á leið sjey ára gomlu børnini, sum byrja í fyrsta flokki, eru fyri. Marianna Skarðenni Poulsen greiðir frá, at tað er ideelt, at børnini duga at bíða eftir tørni, tá tey fara í skúla, tí tað er ógjørligt hjá einum lærara at svara einum heilum flokki í senn, tá tey hava eitthvørt, sum tey vilja siga. Tó, so má barnið eisini vita, at hóast tað onkuntíð má bíða, so skal tað ikki halda seg aftur, tí samskifti er partur av skúlalívinum. Eisini er umráðandi, at barnið dugur at lurta, og lurtar eftir lærara og floksfeløgum sínum og ikki bert eftir sær sjálvum. Eisini má barnið læra, hvussu tosað verður inni í eini skúlastovu í mun til, hvussu tosað verður aðrastaðni í skúlanum. Hetta kallar Marianna Skarðenni Poulsen at tosa í rættari tónalegu.

– Lærarin brúkar nógva tíð fyrsta árið at minna børnini á, at tey nú mugu tosa spakuliga, lurta ella hugsavna seg. Hetta við, at tey tosa spakuliga við ein, sum situr við síðuna av, og at tey kunnu tosa harðari í forkorterinum er nakað, sum tey mugu læra. Tað læra tey í skúlanum, men foreldrini kunnu stuðla hesum, og byrja at læra tey hetta heima eisini, sigur hon. 

Ein onnur avbjóðing hjá nógvum børnum, sum koma úr barnagarði í skúla er at skula sita niðri í longri tíð.

– Tað kann verða ein stór broyting hjá barninum, at nú skal tað sita, tá vit hava tíma og bert renna, tá tað er fríkorter. Um barnið reisir seg upp, tá tað ætlar sær, so órógvar tað undirvísingina, men tað er eisini nakað, sum barnið skal læra, sigur hon.

Tað er serliga tað fyrsta hálva árið, sum verður brúkt til at læra barnið  og at ganga í skúla, sigur hon eisini.

– Hóast man ofta sigur, at man skal gera skúlan fyri barnið og ikki barnið fyri skúlan, so má havast í huga, at skúlin er ein læristovnur, har vit hugsavna okkum í longri tíð, hóast man, sum skúlalógin eisini sigur, roynir at møta barninum har tað er, leggur hon aftrat.

Lesa saman

Tá børnini byrja í fyrsta flokki verður farið undir at læra bókstavir og at lesa, sum eitt av tí fyrsta. Tí er umráðandi, at foreldur eisini eru við á hesum økinum frá byrjan av við at lesa fyri og seinni við børnum sínum hvønn dag.

Áðrenn børnini duga at lesa verður mælt til at lesa fyri teimum. Tá børnini sjálvi duga at lesa er gott at hava sum meginreglu, at tey lesa so nógvar minuttir, sum tey eru ár – í 1. flokki er tað einar sjey minuttir um dagin, greiðir lesivegleiðarin frá.

Tá foreldur og børn velja tilfar, so heldur Marianna Skarðenni Poulsen, at tað hjálpir væl upp á hugin hjá barninum, um bøkurnar eru um okkurt, sum barnið hevur áhuga í.

– Á bókasavninum eru nógvar góðar bøkur, og barnið kann finna sær okkurt, sum tað hevur áhuga í. Eg vil viðmæla krabbabøkurnar, sum eru býttar upp eftir torleikastigi. Eisini gevur Nám nógvar góðar barnabøkur út, so nógv er at velja í, sigur hon.

Tosa um hugtøk

Eisini er umráðandi at tosa saman um tað, sum lisið verður,  tí tað eru nógv orð og hugtøk í lisna tilfarinum, sum barnið ikki skilur. Marianna Skarðenni Poulsen heldur, at av tí, at flestu børnini eru á stovni saman við javnaldrum, so eru nógv gerandisorð, sum tey ikki læra natúrliga longur. Tí mugu foreldur og lærarar seta sær fyri at greiða frá tá lisið verður, so barnið venur seg við orðini og hugtøkini. Eisini verður lættari at læra at lesa, tá ein kennir fleiri hugtøk aftur í tekstunum, heldur hon.

– Fleiri orð tú kennir, fleiri orð kennir tú aftur, tá tú fert at lesa, staðfestir hon.

Marianna Skarðenni Poulsen greiðir frá, at tað er sera ymiskt, hvussu skjótt børnini læra at lesa. Summi børn duga longu at lesa, tá tey byrja í skúla, ímeðan summi als ikki duga. Tey flestu koma tó eftir tí um jóltíðir.

Tá tey børnini læra at lesa, kunnu foreldrini hava í huga, at tað hjálpir barninum um peikað verður við fingrinum, tá man lesur. Eisini kann man biðja barnið peika, tá man lesur fyri tí, so tað sær orðið, sum lisið verður, sigur Marianna Skarðenni Poulsen.

– Hetta er sovorið, sum vit gera í skúlanum, men sum avgjørt eisini er gott at gera heima, sigur hon. 

Tað er ikki bert teksturin, sum er umráðandi, tá barnið skal læra bókstavir, orð og ljóð. Myndirnar eru avgjørt eisini av stórum týdningi, og tær geva nógv orð – bæði til foreldur og barnið, heldur hon. 

Samband við onnur

Tey børnini, sum koma í flokk saman skulu vera saman meginpartin av tíðini í fleiri ár, tí vigar tað sosiala sambandi millum børnini í flokkinum eisini nógv.

Tað eru serliga flokslærarar, ið taka sær av trivnaðinum í flokkinum, og Marianna Skarðenni Poulsen greiðir frá, at í fyrsta flokki eru nógvir tímar í føroyskum, sum eisini verða brúktir til at arbeiða við ymiskum samansjóvandi evnum og bólkaarbeiði annars. Harumframt er tað umráðandi, at heimini hava í huga, at tá børnini verða boðin í føðingardagar ella eitthvørt annað hjá hvørjum øðrum, so skulu tey fara, so ongin verður útihýstur.

Summir flokkar gera eisini vinabólkar, har børnini fáa høvi til at vitja heima hjá hvørjum øðrum. Hon heldur, at tað er ymiskt, hvussu væl slíkir bólkar rigga, tí tað eru ikki øll foreldur, ið eru før fyri at taka í móti børnunum. Tá børnini vitja í vinabólkum er tað av allarstørsta týdningi, at foreldrini hava okkurt fyri børnini og eru við í tí, sum fer fram.

Ein annar møguleiki er, at foreldrini skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið, har øll børnini við foreldrum møta og gera okkurt saman. Tá fáa øll høvi til at síggja hvønn annan og tosa saman.

Hon greiðir frá, at um man brúkar foreldrini, so er tað góður fongur fyri flokkin og fyri einstøku børnini. Onkuntíð hava foreldrini brúkt sítt egna arbeiðslív ella frítíðarítriv og til dømis bjóðað børnunum við at hyggja, tá tey fletta.

– Tað hjálpir við trivnaðinum hjá barninum, tá tað sær foreldrini tosa við onnur foreldur, og tá barnið veit, at foreldurini ikki tosa negativt um hini foreldrini, børnini ella lærarar, sum barnið er saman við í gerandisdegnum, sigur Marianna Skarðenni Poulsen.