Smákykt gjørdu næmingarnar forvitnar

30. august 2021

So hava næmingarnir í stovu fýra aftur havt ein mikið spennandi dag. Tey hava lært um smákykt og fóru tí út í náttúruna at leita. Púra óneyðugt var at leita leingi, tí náttúran er full av smákyktum.

Tað, sum í dag var serliga spennandi, var, at næmingarnir fyri viku síðani settu krukkur niður í moldina. Nú var tíðin so komin at taka krukkurnar upp aftur og hyggja, hvørji smákykt høvdu leitað sær inn í krukkurnar. Og har livdi. Skúlabókin leggur upp til, at tey finna smákykt á landi. Sniglar, maðkar, ormverur, torvatrøll, mottur, eiturkoppar, grátt undir steini, túsundbein og alt slag at flogkykti.

Fyrst hugdu tey væl í krukkurnar og eftir eina løtu komu allir spurningarnir. Millum annað, hvat eta smákykt? Hvat drekka tey? Hvar búgva tey? Og so framvegis.  

Nøkur dáma einki smákykt, men hesum næmingunum dámdi bara væl. Tað, sum fleyg, tað, sum skreið, tað, sum gekk. Einki gjørdi nakran sum helst mun. Komin inn aftur í skúlan brúktu tey m.a. mikroskop fyri at síggja smákyktini betur. 

Ja, smákykt gjørdu næmingarnar forvitnar, og tí gjørdist skúladagurin eisini læruríkur.

Her eru fleiri myndir frá smákyktadegnum.