Soppatíð - vísindabreytin á kanningarferð

9. september 2021

Tá náttúran følnar

Heystið er komið, og tað slepst ikki undan, at náttúran gongur sína náttúrligu vanligu gongd og følnar móti vetri.

Tá grasið følnar og leyvið fellur, tá vaknar soppurin undir jørð. Nú fær hann nógv at gera, tí hann skal jú niðurbróta og senda alt lívrunnið í ringrás, so tað kann endurnýtast aftur komandi vár.

Soppmóðirin livir undir jørð, og tá tveir soppatræðrir møtast, so kemur ein frukt burturúr, og hon skjýtur seg upp úr jørðini og spreiðir seg við grókornum, sum sita uppi undir flígginum undir hattinum. 

Hvat skuldu vit gjørt uttan soppin? 

Stuttligt at vera saman við forvitnum og ídnum næmingum.

Nakrar myndir her