Heystblómur

21. september 2021

Sært tú planturnar, sum enn blóma í septembur?

Heystið er komið, og enn síggja vit litfagrar blómur. Kann vera, at ruskveðrið í dag hevur ruspað í blómurnar, so tær síggja nakað farnar út, men ímillum heystblómurnar, sum vit síggja í Føroyum, eru vanlig reinfann og líragras ella blákollur.

Vanlig reinfann - Chrysanthemum vulgare

Vanlig reinfann er 30 –150 cm høg og blómar í aug. – sept. Plantan er ein fleiráraplanta og hevur sterkan anga.

Leggurin er upprættur og stinnur og greindur í erva. Kurvarnar eru í tøttum klasaskjóli og einstøku kurvarnar eru 5 – 8 mm í tvørmáti.

Plantan varð fyrst sett í urtagarðar og er síðani spjadd út ymsastaðni. Plantan er sjáldsom.

Líragras/Blákollur  - Succisa pratensis Moench

Líragras ella blákollur verður 15 – 45 cm. Plantan veksur við áarbakkar, á heiðalendi, í homrum og í gjáum. Leggurin er upprættur ella uppbendur og dúnhærdur.

Blómurnar eru í tøttum rundum kolli, sum er upp í 3 cm í tvørmáti. Krúnan er blá til bláreyð og sjáldan hvít. Plantan blómar í juli – august.

Helst kemur heitið líragras av, at hon blómar um somu tíð, sum menn fóru eftir líra, sum er pisan hjá skrápi.