Barnarættindi á breddan

28. september 2021

Í dag vóru 7. flokkarnir á Skúlatrøð við á barnarættindadegi, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Barnarættindi eru viðurkend í Barnarættindasáttmálanum, og í dag vóru tey á ymiskan hátt sett á breddan og løgd fram. Á skránni var:

  • Blái Krossur – Títt Rúm: Tá rúsurin fyllir
  • Bára Silvansdóttir: At vera 13 ár og ikki vita, at eg hevði ADHD 
  • Sinnisbati Ung: Sálarsjúka í barnahædd – virksemið í Sinnisbata, ið er tilætlað børnum og ungum, ið hava sálarligar avbjóðingar og teimum børnum og ungum, ið eru avvarðandi
  • Amnesty Føroya Deild: Míni rættindi enda, har tíni rættindi byrja
  • Marius DC: 17 ára gamli rapparin, ið longu er komin út við tveimum EP útgávum og vann FMA heiðurslønina sum besta nýggja navn
  • Kristina á Løgmannsbø, sexologur: Mítt lív, tá eg var 13 ár – prát um kynslív og at seta mørk, tá ein er 13 ár.
  • Mentorskipanin hjá Barnabata – Hvat er ein mentor og hví hava mentor?
  • Katrin Joensen - Næs, 22 ára gomul, leikstjóri, rithøvindi og sjónleikari: At vera virknari enn gott er

Dagurin var áhugaverdur og endaði við eini barnarættindaquiz, har ein bólkur á Skúlatrøð vann. Vinningurin var eitt gávukort til biograf við onkrum góðum, søtum afturvið. Sum vera mann vóru tær ovurfegnar og vit ynskja teimum tillukku við vinninginum.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Um tú ynskir at seta teg í samband við onkran av luttakandi pørtunum, so eru heimasíður her:

Blái Krossur – Títt Rúm 
ADHD felagið
Sinnisbati
Amnesty Føroya Deild
Kristina á Løgmannsbø, sexologur (facebook)
Barnabati - Mentorskipan