Takk Inga, Charlotta og Lina

1. oktober 2021

Í dag var skipað fyri hugnaligari fráfaringarløtu fyri Ingu Jensen, Charlottu Thorsteinsson og Linu Magnussen, sum fyrr í ár høvdu teirra seinasta starvsdag á Skúlatrøð.

Umframt vøkur orð frá Vagn Foldbo, skúlastjóra, og Jórun Andreasen, forkvinnu í skúlastýrinum, fingu tær heilsanir frá lærarunum, sum Maria Isaksen og Marianna Skarðenni bóru teimum. 

Síðani fingu tær tríggjar orðið og millum annað takkaðu tær fyri árini tær hava starvast á Skúlatrøð og hugleiddu um lívið sum lærari - vøkur og vælvald orð. 

At enda sungu Steintór Rasmussen og Maria Ziska við fylgispæli av Heina Ziska Dahl tveir sangir, ið hóskaðu løtuni.

Her eru nakrar myndir frá fráfaringarløtuni.

Við føgru næmingarøddunum í brotinum niðanfyri ynskir leiðslan og starvsfólk á Skúlatrøð Ingu, Charlottu og Linu alt tað fagrasta og vit takka fyri løturnar, sum mangir næmingar eisini eru takksamir fyri.