Hvørja nyttu gera nýruni?

20. oktober 2021

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvørja uppgávu nýruni hava?

Hevur tú verið við og flett í heyst?

Sást tú seyðanýruni?

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvørja uppgávu nýruni hava?

Nýruni hjá seyði eru nakað minni enn hjá fólki. Nýruni hjá fólki eru áleið 12 cm til longdar og viga áleið 150 gr. Nýruni hava fleiri lívsneyðugar uppgávur.

Ímillum aðrar uppgávur, so stýra nýruni saltjavnvágini í allari kropsvætu okkara. Tey reinsa alla vætuna í kroppinum, so hvør einasta kykna kann virka væl og hava tað gott.

Tað verða umleið 200 litrar av blóði reinsaðir í nýrunum hvørt døgn. Nýruni síla óneyðug evni frá blóðinum, so tey verða koyrd út við landinum, og vit pissa tey út. Tað eru altso nýruni í okkum, sum gera landið/pissið.

Blóðið fer inn í nýruni gjøgnum lívæðrina, sum greinar seg í smærri lívæðrar og háræðrar. Her verður blóðið sílað, og landið fer út gjøgnum landræsið út í bløðruna. Blóðið fer úr aftur nýrunum gjøgnum bláæðrina og aftur í kroppin til lunguni.

Tað er avgerandi fyri heilsuna at hava frísk nýru, tí um nýruni ikki virka, so er vandi fyri, at óneyðug og vandamikil evni rúgva seg upp í kroppinum og gera skaða.

Tað eru fólk, sum brúka dialysu fyri at fáa blóðið reinsað, tí nýruni ikki virka, sum tey skulu.

Tað vóru næmingar í 9. flokki, sum í dag skóru seyðanýruni sundur. Tað gjørdu teir, fyri at síggja tvørskurðin á nýrunum og fyri at síggja, hvar lívæðr og bláæðr gingu inn í nýra og út úr nýranum.

Í válgaranum sóu teir eisini ein eitil, ein gróðrarvatnseitil. Ein gróðrarvatnseitil er ein eitil ella knykil, sum reinsar gróðrarvatnið, sum er vætan millum kyknurnar í øllum kroppinum. Hesir eitlar liggja runt allan kroppin.

Nakrar myndir liggja her