Vika 3 við øðrvísi undirvísing - 3rd week on the net

5. november 2021

Góðu foreldur!

(For English see below)

Vegna áhaldandi tilburðir við Covid-19 millum næmingar og starvsfólk skúlans, verður skúlin, eftir avtalu við Undirvísingarstýrið, latin aftur komandi viku frá mánadegnum 8. november til fríggjadagin 12. november 2021.

Skúlagongdin komandi viku verður skipað soleiðis:

  • Næmingarnir í 1. til 3. flokki fylgja við umvegis heimasetningin
  • Næmingarnir í 4. – 10. flokki hava framhaldandi undirvísing á netinum. Tó hava næmingarnir í 8. og 9. flokki skrivliga roynd á netinum heima. Kunning um hetta verður løgd á heimasetningin hjá viðkomandi flokkum.
  • Næmingarnir í serdeildini hava undirvísing á netinum, í tann mun tað er gjørligt, eftir avtalu við læraran/námsfrøðingin.

Skúlin hevur opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í og 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing.

Tey foreldur, sum onga ansing hava til síni børn, boða skúlanum frá, um tey hava brúk fyri hesi serskipan. Boðast skal frá á telduposti skulatrod@skulin.fo innan sunnudagin 7. november kl. 15:00. Upplýsið navn á næmingi, flokk, hvørjar dagar tørvur er á ansing, eins og tykkara navn og telefonnummar. Hendan ansing er frá kl. 8-12. Eftir hetta er Snallabjalla opin fyri hesum somu børnum, um tey annars vanliga ganga í Snjallubjallu. Tilmeldingin til serkipanina í skúlanum er samstundis tilmelding til Snjallubjallu.

Heitt verður á tykkum foreldur um framhaldandi at boða flokslæraranum frá, um tykkara barn fær positivt svar uppá koronukanning. 

Vónandi kunnu vit byrja vanliga skúlagongd aftur mánadagin 15. november 2021. Vit leggja eina kunning um hetta seinast í komandi viku.

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri

 

*

Dear parents

Due to continuous high numbers of Covid-19 infected in our immediate environment, the school will be closed from Monday November 8th to Friday November 12th 2021.

The education will be organized as follows:

  • 1st to 3rd grade will find assignments on the class homepage
  • 4th to 10th grade will continue to follow the online classes. However, 8th and 9th grade will have online tests from Tuesday to Friday. The assigned teacher will inform these pupils further.
  • Special classes will be informed by their teachers regarding lessons in this period

If there are no other options for childcare during school hours the school will be open to pupils in 1st-3rd grade whose parents are essential workers.

If this is the case, please contact the school by email: skulatrod@skulin.fo by 3 pm on Sunday 7th. Please supply the following information: Child’s name, class, which days the child will attend school as well as your name and phone number. The school day will be from 8-12, and after this Snjallabjalla will be open for children that normally go there.

Furthermore, we urge you to inform the class teacher in case your child is tested positive for Covid-19.

Hopefully we will all be able to return to school as normal by Monday 15th. Information regarding this will come later in the week.

Kind regards,

Vagn Foldbo, principal