Sjónleikur um vættrarnar, sum ikki vóru gloymdir

7. desember 2021

Í miðhøllini á Skúlatrøð er lív í, tí næmingarnir í Valskúlanum hava seinastu dagarnar vant jólasjónleikin, sum verður vístur fyri næmingunum í komandi viku.

Tey eru býtt sundur í bólkar og arbeiða við ymiskum - sjónleiki, tónleiki, Lusia, pallsmíði, tøkni, skipan av skrá o.s.fr.

Í dag var lagið gott, og tey lótu væl at fyrireikingunum, so tað er bara at gleða seg til eitt stuttligt og hugnaligt jólahald í ár.