Leiðsla og starvsfólk takka Emil

7. desember 2021

Í morgun var skipað fyri hugnaløtu á Káta horninum á Skúlatrøð. Tað var ein løta fyri Emil Jacobsen, sum hevði sín seinasta starvsdag í dag.

Vit ynskja Emil alt tað fagrasta, nú gerandisdagurin verður fyltur við øðrum enn fyrireiking og skúlapráti.

Takk fyri løturnar, Emil!