Prýða við sukurbræðing

15. desember 2021

So var tíðin komin í 9. flokki at venja prýðing av smákøkum. Í heimkunnleika er ein partur ástøði og ein partur er verkligur. Seinastu tímarnar hava næmingarnir bakað bollar, gjørt pitsa, ymiskt omaná o.a. Í dag stóð so hugurin til at nýta hugflogið og at prýða. 

Tað, sum næmingarnir vóru rættiliga samdir um, var, at tað er ikki so lætt at prýða smákøkur, sum tað sær út. 
Tey brúktu kókisjokulátu, sukurbræðing (glasur), skreytsukur (krymmel) og Smarties. Av tí at uppgávan jú var at prýða, so var avgjørt ikki at nýta tíðina at baka, men heldur at brúka mariukeks og siropskakur. 

Sum myndirnar vísa, so eydnaðist tað væl, og sagt varð, at smakkurin var góður.