Um nú gongustjørnurnar vóru fólk

18. januar 2022

Í 4. flokki hava tey í náttúru og tøkni lært um gongustjørnur, og at jørðin bara er ein av átta stórum og næstan rundum klótum, sum mala um sólina. Tær fimm, sum eru næstar okkum, eru Saturn, Jupiter, Mars, Venus og Merkur, og tær síggja vit við berum eygum.

Hetta hildu genturnar, sum tíma væl at tekna, vera áhugavert. Eisini høvdu tær hug at tekna tær øðvísi, enn vit vanliga síggja tær. Tær hava allar teknað allar myndirnar, og tær hava teknað allar í skúlanum. Spurdar um, hvat lærararnir siga til tað, so fara tær at flenna.

- Onkrir tímir tað væl og aðrir illa, men vit brúka hvørja løtu, vit fáa, at tekna, siga tær smílandi.

Hoyr tær sjálvar greiða frá, hvat tær hava hugsað, tá ið tær hava teknað:

Men hví gongustjørnur sum fólk, og hví síggja tær soleiðis út? Tað hava genturnar í 4. flokki eisini gjørt sær tankar um, sum tær vísa við tekningum og í brotinum niðanfyri.

Takk fyri frágreiðingina og fyri myndaframsýningina :)