Óførir svimjarar

20. januar 2022

Í morgun løgdu hesir brandarnir 200m uttan íhald ella hjálpitól aftur um seg. Tað er norðurlendska kravið til svimjiførleika og fingu teir tí eina svimjinál afturfyri.

Hevur tú hug at royna teg?

Royndin kann gerast í Klaksvíkar svimjihøll. Tú skalt svimja uttan at raka botn, og royndin skal skipast soleiðis, at onkur sum er minst 16 ár og køn/ur í hesi mannagongd sær teg svimja allan teinin.

Tú skalt svimja teir 200 metrarnar uttan nevnivert íhald og uttan at nerta við botn. Tú kanst nerta við veggin í vendingini, best er tó, um tú bara stoytir teg skjótt útfrá. Allar svimjigreinir eru loyvdar.

Tú skalt nýta vanlig svimjiklæðir og ikki tey, ið flóta munandi. T.d. ikki vátdrakt ella búna við innbygdari flótihjálp. Tú kanst nýta svimjibrillur og svimjihettu, men annars eingi onnur hjálpitól.

Ja, hevur tú hug? :) Spyr so svimjilæraran, venjarar í Ægir ella starvsfólk í svimjihøllini.

Góðan svimjihug!