Í dag er pannukakudagur

20. januar 2022

Ókey, tað er ikki ordiliga pannukakudagur í dag, men tað halda næmingarnir í Ziska 4, tá ið tað er kalt og frost úti. Teir bakaðu tí í dag pannukøkur, og meðan teir bakaðu, tosaðu teir um, hvørji skap deiggið gjørdi, tá ið tað varð stoytt á pannuna. Teir hildu seg síggja alt slag av djórum :)

Kanska heldur tú eisini, at tað er pannukøkudagur í dag. So er ein uppskrift úr Góðaráð her:

Tilfar

150 g hveitimjøl
1/2 tesk. salt
1 súpsk. sukur
2 1/2 dl mjólk
1 dl vatn
3 egg
25-30 g margarin

Ger soleiðis

  1. Píska alt uttan margarinið væl saman.
  2. Baka á heitari pannu og smyr pannuna hvørja ferð, áðrenn tú koyrir deiggj á - ella eftir tørvi.
  3. Pannukøkurnar verða lagdar hvør oman á aðra við sukri ímillum. Tær smakka best heitar við súltutoyi og pískaðum róma.