Grønu húsini reist í dag

1. apríl 2022

Í morgun varð skipað fyri stórum reisigildi á Skúlatrøð. Í Ziska 3, sum er ein av serflokkunum, hava næmingarnir arbeitt dúgliga fyri at fáa eina skipan, ið kann gera lívrunnið rusk um til mold. Tað er tað, húsini eru ætlað til, so húsini verða í veruleikanum ein stórur kompostkassi. 

Tá ið hugsað verður um rusk, so verður her gjørdur munur á ruski, ið fer við IRF, pappíri ella pappi og lívrunnum ruski. Lívrunna ruskið kann endurnýtast og gerast til mold og kann samstundis eisini minka um vanligt burturkast.

Sjálvt endamálið við verkætlanini er at savna lívrunna ruskið á skúlanum og fáa góðskumold afturfyri. Eisini er ætlanin at fáa reyðmað at trívast í moldini. Tá verður húsarhaldsrusk gjørt um til sankutøð, sum síðani verður blandað upp í mold og verður til góða, føðsluríka mold, har reyðmaðkurin hevur tað gott og trívist.

Ætlanin er at seta hjól undir húsini, so tað ber til at flyta tey á skúlans øki alt eftir tørvi og áhuga í øðrum flokkum.

Sum vera mann, so hevur hetta verið ein spennandi verkætlan at byggja húsini, sum hevur fingið navnið Grøna húsið, og soleiðis ynskja næmingarnir nú at arbeiða víðari og um eina tíð at vera við til at verja og ríka um umhvørvið.