Rudda, syngja og siga søgu

5. apríl 2022

Meðan næmingarnir í innskúlingini fóru út at vitja tey eldru við sangi og søgu, og næmingarnir í miðdeildni arbeiddu við at gera lutir til kvøldsetuna hóskvøldið, fóru nakrir næmingar í hádeildini út at arbeiða og aðrir fóru at rudda býin og skúlan.

Tey eldru og starvsfólk tóku væl ímóti næmingum og lærarum. Harumframt var nakað av ruski hjá næmingunum í háeildini at taka upp, og komu næmingarnir aftur nøgdir við, at teir høvdu gjørt mun í býnum og afturat tí, at teir sluppu at vera við til at savna pening inn til børn í Ukraina.

Her er stutt klipp av næmingum, ið biðja Faðirin í himli fylgja teimum. Tað er fyrrverandi skúlastjórin Alex Sólstein, sum eigur undirspælið.