Flaggdagur er 25. apríl

24. apríl 2023

Í morgin er flaggdagur 25. apríl.

Í morgin er flaggdagur 25. apríl, og næmingarnir hava frí, so í dag hava næmingar lært um, teknað og litað Merkið.

Krossfiskurin Søgur um fløgg er ein góð og upplýsandi bók um fløgg, har Merkið hevur eitt heilt serstakt pláss í bókini við fleiri síðum.

Merkið er føroyska flaggið, sum vísir, hvørji vit eru, og er tí eisini týðandi partur av samleika okkara. 25. apríl er flaggdagur, og tá verður Merkið fagnað. Nú eru tað liðin 83 ár síðani Merkið varð viðurkent sum flagg føroyinga av bretska hersetingarvaldinum.

Longu í 1919 tóku ungir føroyskir studentar við fámjininginum Jens Olivur Lisberg á odda stig til at tekna føroyska flaggið. Í fyrsta umfari var tað nevnt Studentaflaggið, men skjótt fóru fólk at flagga við Merkinum. Áhugavert er, at tey flaggaðu við Merkinum, sjálvt um tað enn var revsivert. Kenslan fyri Merkinum var so sterk, at tað varð flaggað, hóast amtmaðurin gav stórar bøtur.

Undir seinna heimsbardaga vildu føroyingar verða uttanveltaðir og kundu tí hvørki sigla undir donskum ella bretskum flaggi, fyri ikki at verða álopnir. Tann 25. apríl í 1940 fingu bátar og skip endiliga loyvi frá bretum at flagga við studentaflagginum, sum føroyska flaggið æt, áðrenn tað var viðurkent. Eftir hetta fekk flaggið heitið Merkið.

Tá heimastýrið varð sett á stovn í 1948, varð Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga.

Flaggdagin verður Merkið fagnað kring alt landið við røðum, sangi og tónleiki.

Hevur tú hug at læra meira um Merkið, so er her dokumentarur á KvF um Merkið.

Eisini er temasíða um Merkið á snar.fo her.  

 

Skúlin ynskir øllum ein góðan flaggdag.