Gera sína egnu kajakk

8. mai 2022

Vit kenna kajakkina serliga sum grønlendskan bát, ið er smalur og er heilur omaná við holi til róðrarfólkið. Kajakkin verður rógvin við tvíblaðaðari ár og hevur verið, og er enn, eitt týdningarmikið veiðiamboð fyri inuittarnar sum búgva í norðurpólsøkjunum. 

Orðið kajakk kemur frá grønlendska orðinum ‘qajaq’, sum merkir 'bátur til mann'.

Á Skúlatrøð er áhugin fyri kajakkini serliga stórur í serstovuni, har tey seinastu tíðina hava arbeitt við verkætlanini sjálvi at byggja eina kajakk.

Verkætlanin var fyrst væl fyrireikað, og síðani fóru tey til verka við tekningum av netinum, sum vóru frá eini uppmáting gjørdar á Diskofjørðinum í Vesturgrønlandi. Síðani vóru tekningarnar lagdar inn á cnc-fresaran á FabLab á Kambsdali. Har vóru stykkini skorin til við 3 mm birkifinerplátum og ‘seymaðar’ við strips og límaðar saman. Skrokkurin var at enda pakkaður inn í glastrevju, glasfipur, og málaður við glastrevjumáling.

Ikki er tað so løgið, eftir nógv arbeiði og spenning, at løtan var stór hjá næmingunum og læraranum, tá ið kajakkin fríggjadagin var sjósett og greitt var, at hon lá so sera væl í sjónum.

So sigast má, at verkætlanin, har fyrsta kajakkin á Skúlatrøð varð bygd, var bæði lærurík og spennandi, og næmingarnir gleða seg til fleiri túrar, tá ið veðrið annars loyvir tí.