Minst til, at mynd krevur samtykki!

18. mai 2022

Undir heitinum Mynd krevur samtykki setti Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið fyri tíð síðani orð á, at tað eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð.

Hesum eiga vit saman at fyribyrgja.

Myndirnar kunnu vera stolnar ella tiknar, uttan at persónurin veit av tí, t.d. í einum skiftingarrúmi, ella tað kann vera ein mynd, sum er send og ætlað einum ávísum persóni, men sum endar í skeivum hondum, ella í hevnisøku verður deild uttan samtykki. Sambært løgregluni er hetta eisini ein stórur trupulleiki her í Føroyum.

Trýst her og hygg eftir lýsingarfilminum.

Mynd uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka, og á Skúlatrøð vilja vit enn eina ferð minna á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Nógv halda, at tað bert er ein ósek mynd á netinum, men um viðkomandi er undir 18 ár og myndin verður deild uttan samtykki, so er talan um barnaporno. Tey flestu kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd.

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava samtykki fyri at TAKA myndina og samtykki fyri at LUTA myndina.

At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at luta hana.

Vinarliga tosið saman um hetta - eisini heima!