Kalsoyarsúkkling í besta veðri

4. juni 2022

Fríggjamorgunin kl. 8 møttu næmingarnir í 6.a, saman við tveimum lærarum og einum hugagóðum pápa, væl upplagdir og útgjørdir við hjálmum, lyktum og súkklum umborð á Sam. Leiðin gekk yvir á Kalsoynna, har tey øll skuldu súkkla av Syðradali norður á Trøllanes.  

Í longri var tosað í flokkinum um at fara hendan túrin, og nú bar endiliga til og lukkutíð var veðrið av tí allar fagrasta og lagið gott. Kalsoyarsúkklingin var síðani skotin í gongd, og eingin skundur var á ferðalagnum, tí dagurin var teirra. Sam fór ikki aftur til Klaksvíkar fyrr enn kl. 15. 

Tá ið Sam legði at á Syðradali, var tó avtalað, at øll skuldu steðga og bíða eftir hvørjum øðrum við hvønn tunnilsmunna soleiðis, at øll fylgdust gjøgnum tunlarnar. Fyri fleiri var túrurin norð eitt sindur tungur, men har hoyrdist hvørki grenj ella puff. Túrurin heim aftur til Syðradals var harafturímóti nógv lættari. 

Komin norð á Trøllanes settust øll ímillum smálomb og ferðafólk í góðveðrinum at eta matpakkar. Ferðafólkini vóru sjálvsagt komin at vitja gravsteinin hjá James Bond. Tey vaksnu fingu eisini ein góðan kaffimunn, meðan kioskin í bygdini dúgliga varð vitjað - sama má sigast um fittu ljósareyðu kioskina á Syðradali, tá ið farið var heimaftur, har fleiri keyptu sær ís, meðan tey bíðaðu eftir bátinum. 

Túrurin norður tók beint undir tveir tímar og tað sama heimaftur. Á veg heim var steðgað á Húsum, har næmingarnir spældu á vøllinum, meðan tey vaksnu fingu sær ein drekkamunn.  

Hóast tað var rættiliga ymiskt, hvussu von hesi ungu eru at súkkla, so vóru tey øll deiliga treyst, hugagóð og so sera røsk. Ein væl eydnaður súkkludagur, má sigast. 

Ja, helst er tað so, at mann kann, bara mann vil, og at vilja, tað kunnu øll.