Skúlaleikir í Klaksvík

3. juni 2022

Skúlaleikir er eitt átak, sum skal geva næmingum og lærarum íblástur. Dentur verður lagdur á felagsskapin, har næmingar sleppa at royna seg í ymiskum ítróttagreinum í ítróttatímunum og eisini at hittast til stevnur, har øll fáa eina ítróttarliga uppliving saman.

Øll skulu kenna seg væl, tí skúlaleikir er fyri øll.

Hósdagin 2. juni hittust 5. flokkarnir á Skúlatrøð saman við øðrum skúlum ì badmintonhøllini til badminton, og í KÍ-høllini var skipað fyri innandurarógving.

5.a á Skúlatrøð vann seg víðari til stevnuna, sum verður í Tórshavn 10. juni. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku, og tað verður spennandi at frætta meira frá teimum tá.

Alt í alt ein góður og virkin dagur.