Skúlafótbóltur er kul

14. juni 2022

Hósdagin 9. juni fór 3.b á Skúlatrøð suður til Vágs at luttaka í skúlafótbólti.

Skúlafótbóltur er ein kapping fyri allar fólka- og miðnámsskúlar í landinum. Hvør árgangur verður býttur í dreingja-, gentu- og blandað lið. Kappingin varð skipað við innleiðandi bólkaspæli, har bæði tey blandaðu liðini hjá okkara 3.b komu víðari til fjórðingsfinaluna.

Annað liðið tapti fjórðingsfinaluna, meðan hitt liðið spæli seg víðari til finaluna. Eftir eina spennandi brotssparkskapping vunnu tey finaluna.

Hetta var ein góður dagur í Suðuroy, har tey eisini sluppu í Páls Høll at svimja.

Og vit ynskja næmingunum hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum!