Talv - ein mennandi hugaítrótt

21. oktober 2022

Talv er ein av lærugreinunum í Handaverk og list í 6. flokki. Eins og í hinum árgangunum, so eru holdini áleið 6 vikur í hvørji lærugrein, áðrenn tey skifta til aðra lærugrein.

 

Onkur sigur, at talv er ein hugaítrótt, tí hetta krevur djúphugsni av luttakarunum. Her skulu luttakararnir nevniliga hugsa seg væl um nakrar leikir fram.

 

“Endamálið við spælinum er heilt einfalt at leggja eina fellu fyri kongin hjá mótpartinum og seta hann “skák og mát”. Í roynd og veru er hetta hóast alt ikki so einfalt. Talan er um eitt stríð um skynsemi millum 2 telvarar, har hvør sær ræður yvir sínum talvfólki. Stríðið kann vara í fleiri tímar, men kann eisini fáa ein bráðan enda. Tú kanst vinna tær fyrimun, um tú við støðugum vælskipaðum trýsti, spakuliga byggir upp eitt álop á mótpartin, meðan tú samstundis verjir teg sjálvan. Ella eitt vælskipað álop kann gera enda á talvinum eftir bert fáar leikir.”

 

Sambært gransking, so er talv eitt mennandi áhugamál. Tað er mennandi fyri innlæring og evnini at loysa uppgávur. At telva mennir evnini at hugsavna seg og evnini at minnast. Tað styrkir um evnini at lesa og rokna. Talv fremur skilvísi, evnini at hugsa kritiskt og mennir skapandi evnir.

https://www.connectionsacademy.com/support/resources/article/playing-smart-the-benefits-of-chess-for-kids/

 

Hikaru Nakamura, stórmeistari í talvi, er siteraður fyri at hava sagt: “Kritisk hugsan er týdningarmesti eginleikin í talvi. Eins og í lívinum, so er neyðugt at hugsa, áðrenn tú tekur eina avgerð.”

 

Garry Kasparov, stórmeistari og fyrrverandi heimsmeistari í talvi, skal hava sagt, at talv hjálpir tær at hugsavna teg og menna títt skilvísi. Tað lærir teg at fylgja spælireglunum og taka ábyrgd fyri tínum gerðum og at finna loysnir í einum ótryggum umhvørvi.

Talv er sostatt við til at menna evnini at loysa aðrar uppgávur í skúlahøpi.

Vilt tú vita meir um talv og mannagongdir í talvi, so ert tú vælkomin á skúlabókasavnið og læna bókina Lær teg at telva eftir Michael Basman.