Nú hendir okkurt

19. oktober 2022

Um nakar undrast á, hvat gongur fyri seg í meldrinum uttanfyri Skúlatrøð, so er tað nýggja útiøkið, sum nú endiliga verður gjørt.

Tað er ein byggibólkur, sum í góðum samstarvi við skúlaleiðslu, lærarar og næmingar, sum hevur gjørt uppskot til nýtt útiøki norðan fyri Skúlatrøð.

Nýggja útiøkið er ætlað miðdeildini, sum eru árgangirnir frá 4. - 6. flokk.

Vilt tú vita meira um byggibólkin, hvussu útiøkið er ætlað, og hvat tað inniheldur, so kanst tú lesa greinina hjá Klaksvíkar kommunu her

Vit á Skúlatrøð síggja fram til at fáa eitt gott og trygt útiøki til okkara næmingar.