Úr goymsluni - krønikur

31. oktober 2022

Skemt og gátur

Í gomlu skúlabløðunum úr goymsluni, eru teigar við skemti og gátum. Vit hava valt at seta nakrar av hesum skemtisøgum á heimasíðuna. Her eru nakrar søgur og gátur úr Bókablaðnum, Varðanum og Saturn.

Nøkur av bløðunum hava fleiri upplýsingar, so til ber at tíðarfesta blaðið, men hetta er tíverri ikki á øllum.

 

 

Bókablaðið Nr 1 1965

Hvør verður fyrr yvir um ánna, ein knappanál ella ein stoppinál?

Knappanálin, tí stoppinálin fær sand í eygað.

 

Ein kona kom inn á posthúsið við einum pakka, sum hon skuldi senda til ein kenning. Í pakkanum var ein Bíblia.

Postmaðurin spurdi, um nakað var í pakkanum, sum kundi brotna. “Nei”, svaraði konan. “Onki uttan tey 10 boðini.”

 

 

Varðin Nr. 1

Lærarin: “Per, kanst tú siga mær, hvat 1 sild kostar, tá ið 10 kosta 1 krónu?”

Long tøgn.

Per: “Søgdu tygum 10 sildir og 1 krónu?”

Lærarin: “Tað hoyrdi tú væl”

Per: Havi eg hoyrt so skaft fyrr, her siti eg og rokni við seiði.”

 

 

Lærarin: “Jaspur, kanst tú siga mær, hvat ein kannibalur er fyri nakað?”

Jaspur: “Nei!”

Lærarin: “Jú, sært tú, um tú nú etur pápa tín og mammu tína, hvat ert tú so?”

Jaspur: “Foreldraleysur.”

 

 

Saturn 1968

Lærarin: “Andreas, hvussu nógv er 6 minus 6?”

Onki svar.

Lærarin: “Hugsa tær nú, at tú eigur 6 sviskur, og tú etur allar. Hvat er so eftir?”

Andreas: “Steinarnir.”

 

Lærarin: “Óli, nevn mær okkurt, sum ongantíð frystir, hvussu kalt tað so er?”

Óli: “Kókað vatn.”

 

Postmaðurin: “Hetta brævið er ov tungt! Tygum mugu seta eitt frímerki á tað”

Maðurin svarar: “Íðan, so verður tað uppaftur tyngri”

 

Læars: “Verður nakar revsaður fyri nakað, sum hann ikki hevur gjørt?”

Lærarin: “Hví spyrt tú so?”

Læars: “Jú, tygum, eg gloymdi at lesa uppá í gjárkvøldið”