Læraradagur hósdagin 10. novembur - Næmingar frí

7. november 2022

Í døgunum 8., 9. og 10. november verða læraradagar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám. Starvsfólk á Skúlatrøð taka lut 10. novembur, og hava næmingar skúlans frí hendan dagin.

 

Høvuðsevnið er lesing, og er hetta framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020.

Skráin er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning. Talan er um tríggjar høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum.