Mín jólabók 2022

7. november 2022

Nú er hon her - Mín jólabók 2022

Mín jólabók 2022 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran.

Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðusøgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

Bókin kostar 220 kr

GG! Vilt tú tryggja tær bókina, áðrenn 1. desembur, mást tú hava goldið áðrenn 15. novembur 2022.

Tekna teg fyri Mín jólabók her

Tú kanst eisini fylla seðilin út, sum tú hevur fingið frá flokslæraranum og lata hann aftur til læraran.