Bridge í 7. flokki

29. februar 2024

Fríggjadagin í síðstu viku var bridgeundirvísing í 7. flokki.

Eins og í fjør, hevur bridgeundirvísing verið í 7. flokki. Næmingarnir lærdu grundleggjandi reglarnir og hugnaðu sær óført hendan dagin.

Tit kunnu lesa meir um tankan aftanfyri bridge í skúlunum her

Bridge er ein hugaítrótt eins og talv og stuðlar upp undir fakligu menningina. Tað er nøkur ár síðani, at tað varð gjørt vart við, at brigde átti at komið inn í føroyska fólkaskúlan, eftir at góðar royndir vóru av hesum í donskum skúlum.

At læra bridge sum ungur førir við sær, at læring gerst lættari. Gransking vísir, at innlæringin betrast við 22% innan støddfrøði og við 20% innan lesing, tá næmingarnir luttaka í einum skipaðum hugaítrótti, t.d. bridge.

Nú hava 7. flokkarnir á Skúlatrøð so fingið ein brellbita av, hvussu og hvat tað er at spæla bridge. Tit síggja nakrar myndir av degnum.