Felags foreldrafundurin mánakvøldið 7. oktobur

8. oktober 2024

Mánakvøldið 7. oktobur var foreldrafundur

Mánakvøldið 7. oktobur kl. 19.00 bjóðaði skúlastýrið øllum foreldrum til felags foreldrafund í miðhøll skúlans.

 

Lena í Buð forkvinna bjóðaði vælkomin, áðrenn hol varð sett á skránna.

 

Á skránni var:

  • Fyrilestur við Eyðvør Klakkstein frá Mente. Fyrilesturin bar heitið “At hava menningarhugburð”.
  • "Skúlastýrisval og meginreglur fyri skúlastýrisarbeiðið". Vagn Foldbo frá Undirvísingarstýrinum greiddi frá.
  • Brá og Bjørg, næmingaráðsumboð í 8. fl. greiddu frá næmingaráðsvalinum og næmingaráðsarbeiðinum á Skúlatrøð.

 

Fyrilesturin hjá Eyðvør Klakkstein snúði seg um, sum heitið sigur, at hava menningarhugburð. Fyrilesturin legði dent á, at fyri at mennast støðugt, so er umráðandi at hava eitt opið sinni og tora at átaka sær avbjóðingar, at gera feilir og at eftirmeta sínar feilir.

 

Tað var Vagn Foldbo, fyrrverandi skúlastjóri á Skúlatrøð, sum nú arbeiðir í Undirvísingarstýrinum, sum greiddi frá meginreglunum fyri skúlastýrisarbeiði og um, hvussu skúlastýrisvalið verður skipað.

Eisini vísti Vagn á, hvussu foreldur kunnu kanna, um tey hava foreldramyndugleika yvir sínum børnum. Hetta er umráðandi at vita, áðrenn ein fer á val, tí foreldramyndugleikin er krav fyri at sleppa at velja til skúlastýrisvalið.

 

Skúlatrøð er ein av skúlunum, sum hevur næmingaráð í øllum deildum, og seinastu vikurnar eru næmingaráðsvalini avgreidd. Bjørg og Brá, sum eru næmingaráðsumboð í hádeild, greiddu frá næmingaráðsarbeiðinum og tí týdningi, sum eitt virkið næmingaráð hevur fyri næmingar skúlans.

 

Fyri stuttum vóru næmingaráðsumboðini á skeiði, sum Skúlatrøð var vertur fyri. Les meir um skeiðið her

 

Tá fundurin var liðugur, bjóðaði forkvinnan í skúlastýrinum Lena í Buð, til kaffi og køkur.  

 

Tað vóru umleið 80 foreldur møtt til fundin saman við skúlastýrinum, sum er mannað av:

 

Lena í Buð, forkvinna

Øssur Kjølbro, foreldraumboð

Poul Nolsøe Linklett, foreldraumboð

Anja Samuelsen, starvsfólkaumboð

Signhild Johannesen, kommunustýrisumboð

Eyðstein Ó. Poulsen, kommunustýrisumboð

Jónleif Johannesen, skrivari og skúlastjóri