Venjing ger meistara

2. mai 2022

Í januar 2021 tosaðu vit við Angelu, sum tá gekk í 7. flokki. Hon greiddi frá, at hon hevði evning í skúlanum nakrar vikur um árið, og at henni dámdi serliga væl at tekna og mála.

Her ber til at lesa prátið við Angelu í 2021.

Nú Angela gongur í 8. fokki, stendur evning ikki á tímatalvuni, men í vikuskiftinum, tá ið Klaksvíkar kvøldskúli hevði listaframsýning, hevði Angela seks málningar við.

Eins og tá ið hon gekk í 7. flokki, dámar henni framhaldandi væl at tekna og mála og hevur í seinastuni málað nógv, serliga í kvøldskúlanum, sum hon meldaði seg til fyri at menna teknikk og fyri at fáa íblástur.

- Tað hevur verið sera læruríkt at ganga í kvøldskúlanum, og tað er vell at vera saman við øðrum, sum eisini mála, sigur Angela.

Spurd, hvussu tað kendist at síggja sínar egnu málningar í stóru listaframsýningini, svaraði hon við einum smíli:

- Tað var faktiskt kul og eisini eitt sindur løgið. Eg sá, at fleiri steðgaðu og hugdu eftir, hvør hevði málað teir. Tað var ordiliga deiligt, men tað skal eg venja meg til.

Angela hevur avgjørt hug at halda fram at mála, og komandi vetur verður hon aftur við, tá ið kvøldskúlin byrjar. Sjálv heldur hon, at hon seinasta árið er ment sum málari, serliga um hugt verður eftir málningunum frá 7. flokki til í dag.

Vit ynskja Angelu góðan málihug, tí, sum myndirnar bera boð um, so ger venjing meistara.