IRF
Vitjan á IRF 27/5 2022







Góðu tit!
Nú nærkast summarið og vit, sum eru um 6. flokkarnar, hava tikið støðu til at fara á seturskúla í Nesvík við øllum 6. flokkunum.
Vit fara avstað mikudagin tann 08. juni og koma aftur fríggjadagin tann 10. juni.
Sum nú er, eru tað flokslærararnir, sum fara við næmingunum: Sonja, Anja og Unnur.
Vit hava brúk fyri, at nøkur foreldur koma við hendan túrin. Ynskiligt er, at tvey - trý foreldur úr hvørjum flokki kunnu koma við at hjálpa okkum við matgerð og øðrum praktiskum. Umframt hetta, er eisini neyðugt at nøkur foreldur kunnu koyra okkum til og frá Nesvík.
Tit, sum kunnu koma við og/ella koyra, kunnu boða flokslæraranum frá :)
Vit gleða okkum til nakrar góðar og stuttligar dagar saman við flokkunum.
Vh
Sonja, Anja og Unnur
Vika 21 - 2022
Minnist til arbeiðsbókina!
koma úr Leirvík til skúlan kl.10.30
Koyra: Klæmint - Tóki - Kendra - Hanna - Finn - Talita
Hanna og Unnur fara við teimum, um onkur foreldur hava hug, so eru tey hjartaliga vælkomin við :)
6.A | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
08:00 - 08:45 | Føroyskt | Støddfrøði | Kristni | Enskt | Støddfrøði |
08:45 - 09:30 | Føroyskt | Støddfrøði | Danskt | Enskt | Støddfrøði |
09:45 - 10:30 | H&L | Danskt | H&L | Støddfrøði | Nát/tøkni |
10:30 - 10:50 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
10:50 - 11:35 | H&L | Nát/tøkni | H&L | Danskt | Nát/tøkni |
11:45 - 12:30 | Enskt | Søga | Føroyskt | Ítrótt | Føroyskt |
12:30 - 13:15 | Danskt | Føroyskt | Ítrótt | Føroyskt | |
13:25 - 14:10 | Floksins tími | Kór | Enskt |
Føroyskt, enskt og floksins tíma: Unnur Sjúrðardóttir Fonn, flokslærari
Tlf. 217554 T-post: unnur.fonn@skulin.fo
Støddfrøði og náttúra&tøkni: Hanna Ovadóttir
Danskt: Carsten W. Andersen
Kristni og søga: Sonja í Gong
Ítróttur: Sonja í Gong, Anja Norðoy, Carsten W. Andersen og Eyðstein Poulsen
Handaverk & List: Sonja í Gong (evning), Jóngerð Simonsen (heimkunnleika), Selma Høgnesen (smíð), Dánjal Kjærbo (tónleik), Steintór Rasmussen (talv), Jóhannes Klakk (miðlar) og Maria Ziska (leiklist)
Annað:
Í ár er Petra Sjóstein 4. lærari í føroyskum hjá 6.flokkunum fýra tímar um vikuna og Jákup Jacobsen er 4.læarari í støddfrøði tríggjar tímar um vikuna
Gentukór við Elsu Mariu Lorenzen og Beintu Persdóttir Jacobsen venur hósdag 7. tíma
Bókaummæli til sjálvvaldar bøkur
Tit arbeiða við hvør sínari bók, sum tit skulu leggja fram fyri flokkinum, so gerið tykkum ordiliga góðan ómak! ...tit eru so dugnalig og arbeiðssom, eg gleði meg at síggja hvat tit fáa burturúr ;)

Føroyskt oktober 2021
Bókaummæli
Tá ið it eru liðug at lesa bókina, er klárt at skriva um hana. Eru tit ikki liðug við alla bókina, so brúka tit umleið 10-15 min at greiða frá tí, ið tit hava lisið í dag, bara so tað er lættari hjá tykkum at minnast, tá ið tit skulu arbeiða víðari við bókini.
1. Hvat er heitið á bókini (hvussu eitur bókin)?
2. Hvussu eitur høvundurin (tann, sum hevur skrivað bókina)?
3. Samandráttur: greið stutt frá hvat søgan/bókin er um.
4. Søgutíð: nær heldur tú hendingarnar í søguni fara fram – grundgev fyri tínum svari.
5. Stað: hvar heldur tú at søgan fer fram, greið frá tí, tú veist um støðini, eru tað kend støð?
6. Hvørjir persónar eru í søguni?
7. Lýs høvuðpersóninum, hvussu hann sær út og hvussu hann er.
8. Hvat er evnið/evnini í bókini? (tað kann vera: kærleiki, hatur, stuldur, happing, vinalag o.s.fr.)
9. Hvat dámdi tær bókina? Minst til at grundgeva fyri tínum svari - tað er, at tú sigur hví tær dámdi ella ikki dámdi bókina!

Støddfrøði
- emat.dk
- brúkari: navn á næmingi
- koda: 2015-3a

Glað listafólk
Ljósið skeiklar tíverri litirnar á onkrum málningum.

Nýggjársrakettin
Í 3.a hava vit hugsað og skrivað um árið, ið fór, og skrivað nøkur ynski og ætlanir fyri 2019.