Næmingarnir skulu duga at skriva einfaldan, samansettan tekst

FØRLEIKAR


Næmingar eiga

at duga at seta eina mynd á hóskandi stað í tekstin
at duga at velja grafik út frá innihaldi í tekstinum - so tekstur og grafikkur undirbyggja hvørt annað
at duga at velja skriftstødd, slag og lit fyri at vísa boðskapin væl
at vita, at myndir frá clipart-savni, eru lógligar at nýta
at vita, at alt ein finnur á netinum hevur ein ánara 

 

Talgild krøv

Talgildu krøvini til tekstgerð innihalda sjálvandi  stødd av skrift, slag av skrift, relguglopp, uppseting og bygnað, sum er laga eftir tekstaslagið - men tað týdningamesta er tó sameining av ymiskum skjølum, miðlaeindum ( myndir, sjónbandabrot, talvur) í einum mulitimodalum/samansettum teksti.


Keldukritikkur og upphavsrættindi

Keldukritikkur snýr seg um, at ikki alt tað tú hoyrir og lesur er satt - hetta er eisini galdandi fyri internetið. 

Næmingar á hesum floksstigi, skulu vita at summar myndir eru kunnu brúkast, meðan aðrar ikki kunnu - hóast næmingarnir lætt kunnu finna hesar á netinum. Ivast næmingurin loyvi er at brúka ávísa mynd - skal hendan ikki brúkast.


HEGNI


Næmingar eiga

at vita, hvussu ein skrivar við stórum ella lítlum bókstavi ( shift)
at vita, hvussu ein broytir lit og stødd á skrift ( fonttype og lit)
at duga at leita fram myndir frá clipart ella øðrum søvnum
at duga at bróta tekst rundan um myndir