Ver varin við teldupostum og leinkjum:


Lat vera við at klikkja á leinkjur, um tú ikki veitst hvat, ella hvør avsendarin er. Og lat vera við at heinta niður, um tú ikki veitst ella kennir sendaran.  Phishing álop er tá onkur roynir at lumpa teg til at klikkja á, ella lata upp, eitthvørt sum er sent til tín. Av tí at føroyskt nú er meir atkomuligt á netinum, so eru vit enn meiri útsett, tí at tjóvar kunnu senda t-brøv á føroyskum. Minst til at vera varin! .

Brúka góð loyniorð:

Ger samansett loyniorð við bókstavum, tølum og symbolum. Lat vera við at brúka føðingardagar ella vanlig orð.

Aktivera tveir-faktor autentisering (2FA):

Hetta er ein eyka trygd, sum krevur eina aðra verifikasjón, sum eitt loyniorð, sum verður send til tína telefon.

Uppdatera forritini:

Uppdatera, stýrisskipan, apps og antivirus software regluliga fyri at verja ímóti nýggjastu hóttanunum.

Brúka trygg netverk:

Lat vera við at brúka almen Wi-Fi til viðkvæmar transaksjónir. Um neyðugt, brúka VPN til at kryptera tína samband.

Fylg við tínum kontum:

Kannað tíni bankakonti og kreditkort regluliga fyri óheimilaðar transaksjónir.

 

Við at fylgja hesum stigum, kanst tú munandi minka um vandan fyri at verða offur fyri talgildum tjóvum.

Ver tryggur á netinum!