Næmingurin skal duga at brúka talgildar samstarvspallar og leggja fram egið arbeiði við talgildum miðlum.

FØRLEIKAR

Næmingurin skal duga:

-       at avgera, um viðfestið (attachment) er hóskandi at senda við t-posti og tí formi, tað er í

-       at meta um, um hann skal nýta viðfesti ella leinki í t-posti

-       at geva innihaldinum hóskandi yvirskrift í talgildum samskifti og egnari útgávu

-       at greiða frá, um tað er hóskandi at goyma avsendarabólkar í t-postinum

-       at grunda yvir, hví viðkvæmir persónsupplýsingar ikki skulu sendast í netsamskifti

-       at velja, hvat slag av útgávuformi er hóskandi at nýta útfrá uppgávuslagi og formi

-       at grunda yvir fyrimunir og vansar við at nýta talgildar útbýtingarstøðir (delingsarenaer)

-       at grunda yvir, hví hann ikki eigur at taka støði í egnari mentan, tá hann samskiftir við onnur talgilt.

           

Samskifti

Næmingar eiga at læra seg góðan atburð viðvikjandi t-posti soleiðis, at teir gera góðar og greiðar yvirskriftir, evni o.s.fr.. Tá viðfesti verða send, kunnu tey fylla nógv og vera trupul at senda. Tá ber eisini til at leggja hesi á eitt nú GoogleDrive, OneDrive, DropBox o.l. Móttakarin fær tá bert eitt leinki og avger sjálvur, um ella nær hann tekur hetta viðfestið niður.

Persónsvernd

Hav altíð í huga, at ongin fyritøka eigur at biðja teg um at senda persónligar upplýsingar við t-posti ella við pop-up boðum (t.d. p-tal, kontonummar, pinkotur, brúkaranavn, loyniorð o.l.). Ivast tú, eigur tú at tosa við ein vaksnan. Tað er sera sjáldan, at eitt barn eigur at geva slíkar upplýsingar víðari.

Almannakunngering

Tað fyrsta, tú eigur at hugsa um, tá tú almannakunnger okkurt er, hvør móttakarin er. Tað eigur altíð at vera munur á, um tú deilir upplýsingar við ein persón, ein bólk ella við almenningin.

Til ber at laga stillingarnar alt eftir, hvør skal síggja tilfarið. Til dømis kann eitt Youtube video vera alment, privat ella dult.

Næmingarnir eiga at vita, at alt, sum verður lagt út á netið alment, kann verða spreitt runt og heintað av øllum. Innihaldið verður liggjandi sum partur av farsporunum hjá einstaka næminginum, og eigur næmingurin at rokna við, at hetta ongantíð kann verða strikað. Tí eigur næmingurin at hugsa um, hvat hann vil leggja út.

 Dømi: Prezi-framløgur og Youtube-video kunnu lættliga leitast fram á Google, um brúkarin ikki hevur gjørt hesi at vera privat.

Mentan

Heimurin gert minni og minni, og lættari er at samskifta við fólk úr øðrum londum. Mentanir eru ymiskar, og tí ræður um at samskifta á ein høviskan hátt, serliga tá talan er um t-post og onnur boð á skrift, tí hesi verða standandi.

Í talgildum samskifti er ofta lætt at misskilja, tí vit ikki síggja andlitsbrá og kropsmál hjá øðrum. Tí ræður um at vera greiður og týðiligur, tá ein skrivar.

 

 

HEGNI


Næmingurin skal:

-       duga at vísa á dømi um viðkvæmar upplýsingar

-       duga at greiða frá siðvenjum, ein eigur at nýta, tá eitt nú fleiri arbeiða við sama skjali á netinum

-       duga at greiða frá ymiskum reglum um góðan atburð viðvíkjandi talgildum samskifti

-       vita um fleiri møguleikar, tá ein skal deila talgilt tilfar (skjøl, framløgur, video o.t)

-       duga at stovna eitt skjal, sum bæði hann og onnur kunnu viðmerkja í

-       duga at lesa eina ljóðfílu inn sum svar í LMS ella við øðrum hóskandi amboði

-       duga at gera bólkar í t-posti

-       vita, hvat ein embed-kota er

         

Normar og reglur

Viðkvæmir upplýsingar eru kontonummar, pinkotur, loyniorð o.l. Hesir skulu ikki skrivast í skjøl, sum verða deild við onnur. Heldur ikki skulu vit skriva um onnur í hesi skjøl. Tí mugu vit hava í huga, at alt verður goymt og er sjónligt fyri mong. Í samskrivingarskjølum eiga vit at virða tað, onnur hava skrivað ( ikki strika ella broyta tekst hjá øðrum uttan teirra samtykki).