Næmingarnir skulu duga at brúka ein internetkaga og kenna leitarar
FØRLEIKAR
Næmingar eiga
at duga at greiða frá endamáli við einum leitara
at duga at greiða frá hví tað er skilagott at nýta fleiri leitiorð, enn tað ein leitar eftir
at duga at taka leitiorð út úr einum teksti
at duga at greiða frá, hví tað er skilagott við leinki ( navigatión, útdýpingandi tilfar)
Leitari og leitiorð
Næmingurin skal duga at tendra og sløkkja ein kaga, umframt at kenna til hugtøk, sum leititeigur, ímynd, kagi og vindeyga. Næmingurin eigur at duga snildir at leita við, tí leititilfarið á netinum er ómetaliga stórt. Lærarin leggur lag á, at næmingarnir leita miðvíst, soleiðis at teir finna tilfarið á skjótasta hátt.
Leinki og virkin tekstur
Ein virkin tekstur, er tekstur sum inniheldur bæði tekst og leinki. Tað, at kenna eitt leinki er tí ein dygd, og næmingarnir mugu skilja at eitt leinki ( virkin tekstur) kann geva fleiri upplýsingar og leiða til aðrar heimasíður. Dømi: ein talgild tíðindagrein við virknum teksti, sum vísir til aðrar greinar ella heimasíður. Fyrimunurin við virknum teksti, er at teksturin kann vera styttri, og tey sum hug ella tørv at leita víðari um evnið, hava møguleikan. Myndir og ímyndir kunnu eisini vera virkin, sum leiða til aðrar síður. Til dømis pílarnir, vit nýta at blaða aftur og fram við í kaganum.
HEGNI
Næmingar eiga
at duga at tendra og sløkkja ein kaga
at kenna navnið á minst einum kaga
at duga at blaða fram og aftur á síðum í einum kaga, við pílaknøttunum
at kenna aftur leititeigar
at vita, hvat meinast við leitiorð
at kenna aftur eitt leinki
at vita, at ikki alt á netinum er satt
Kagi og leitari
Tað er týdningamikið at næmingarnir skilja munin á alnetinum og einum kaga.
Alnetið er ein samansett skipan av signalum og dátum, sum verður goymt sum 0 og 1, kallað bits. Ein kagi er eitt forrit, sum gevur okkum upplýsingar av netinum soleiðis, at vit kunnu lesa tað.
Mest nýttu kagarnir eru Google Chrome, Firefox og MIcrosoft Edge