Næmingurin skal duga at skriva og viðgera samansettar tekstir og verða tilvitaður um móttakaran

FØRLEIKAR
 

Næmingurin skal duga at meta um:

-       hvar hann vil geva út/deila á netinum, og hvat slag av miðlaluti tá er hóskandi at nýta

-       um hann vil, at onnur skulu kunna redigera tað, sum verður útgivið (um mann vil seta copyright ella cc)

-       um hann vil nýta video, og í hvønn mun tað skal klippast til (byrjan/endi-avsnit)

-       um ljóðeffektir vilja styrkja boðskapin

-       um nýtslan av miðlalutum er í samsvar við uppgávuætlan og tíðina, sum nýtt er

-       um tað er hóskandi, og í hvønn mun, hvat slag av tekst-animering skal nýtast

 

 

Næmingurin skal duga at skriva og viðgera samansettar tekstir og verða tilvitaður um móttakaran

HEGNI 

       
Næmingurin skal:

-       kenna ymiskar hættir at geva út/deila tilfar á netinum (heimasíður, Wikipedia, bloggar, viðmerkingarteigar, fíludeilitænastur o.t.)

-       duga at goyma og seta ljóðupptøkur inn í samansettar tekstir sum t.d. framløgur, gjørdar við Power Point, Prezi, KeyNote osfr.

-       kenna tey mest nýttu ljóðsløgini (mp3, waw..)

-       duga at goyma og seta videoupptøkur inn í samansettar tekstir (sjálvirkandi byrjan ella við klikki)

-       kenna tey mest nýttu videosløgini (mp4, mov, avi…)

-       duga einfalda viðgerð av ljóði, mynd og video

-       duga at gera einfalda animering av teksti í framløgum t.d. í Power Point, har teksturin kemur frá høgru, vinstru, hvørvur spakuliga o.s.fr.

-       tryggja sær t.d., at eitt leinki í framløgu er tøkt í sjálvari framløguni, á netinum ella á geyma, og ikki bert á ávísari teldu

-       duga at gera eitt samvirkið innihaldsyvirlit (at tú við einum klikki verður leiddur til ávíst stað í skjalinum)