Næmingurin skal duga at leita miðvíst á ymiskum leitarum og talgildum miðlum

FØRLEIKAR         

Næmingurin skal duga:

-       at velja, hvat slag av upplýsingum, leitast skal eftir, alt eftir, hvør uppgávan er (hvørjumleiti eg eftir)

-       at velja leitara alt eftir, hvør ið uppgávan er, og hvørji krøv verða sett (hvar skal eg leita?)

-       at navngeva og goyma talgilt tilfar á ein skynsaman hátt, so tað er lætt at finna aftur (t.d. við at gera skjáttur)

 

 Leitisnildir

 Fyri at finna upplýsingar á munagóðan hátt, mugu vit gera eina víðkaða leiting.

Tú kanst leita eftir ávísum fílusløgum (t.d. leita eftir ljóðfílum, sum wav ella mp3, tá tú leitar eftir tónleiki). Brúka filtur í leitaranum fyri at avmarka leitingina í ávíst tíðarbil (Google-Tools-Time). Næmingurin eigur at kenna til ymisku leitifunkurnar í leitaranum, so sum myndir, kort, bøkur o.s.fr.. 

Havast skal í huga, at størstu leitararnir ( Google) ikki altíð eru bestir til at finna ávísar upplýsingar. Dømi: skulu vit finna upplýsingar um Løgtingið, er kanska snildari at fara inn á heimasíðuna hjá Løgtinginum ( www.logting.fo) at leita. Hetta kemst av, at upplýsingarnir á heimasíðuni eru skrivaðir av fólki við serkunnleika innan økið.

Dátuviðgerð

Sum áður nevnt, mugu næmingar duga at goyma sínar fílur, so teir lætt kunnu finna hesar aftur. Skilagott er at geva fíluni eitt navn, sum sigur okkurt um sjálva fíluna. T.d: dato, hvat innihaldið ella endamálið er við fíluni.

Skal okkurt goymast á telduni ella á netinum, mugu vit hugsa um, hvussu tað verður gjørt, so sum at gera skjáttur, sum eru flokkaðar eftir heiti, dato, evni o.s.fr..

Fleiri forrit eru, sum kunnu hjálpa tær við hesum, eitt nú OneNote og Explain Everything.

 

Kanska tú finnur eina heimasíðu, tú ynskir at vitja aftur. Tá er snilt at brúka “favoritt”-funkuna. Har ber eisini til at gera skjáttur og undirskjáttur fyri at halda betri skil á heimasíðunum.

Havast skal í huga, at hesar “favorit”-heimasíðunar eru tengdar at einstaka brúkaranum og síggjast tí bert á telduni hjá hesum brúkara.

 

 

HEGNI


         Næmingurin skal duga:

-       at nýta ymiskar leitarar til ymisk endamál (Google, Google maps, Google image, YouTube osfr.)

-       at leita fram upplýsingar, grundaðar á fíluslag

-       at leita eftir upplýsingum frá ávísum tíðarskeiðum

-       at leita eftir innihaldi, sum er góðkent til ókeypis nýtslu

-       leitisnildir fyri at fáa neyvari úrslit (and, or, not osfr.)