Næmingurin skal duga at fyribyrgja og handfara óynsktar tilburðir á netinum

HEGNI


         Næmingurin skal vita:

-       at óynsktir/óhóskandi tilburðir kunnu koma fyri á netinum

-       hvat misgerðir á netinum eru

-       hvørji eyðkenni fyri happing á netinum eru

-       hvat ein skal gera, tá hetta hendir einum

-       hvønn hann skal heita á, um hann upplivir tílíkt  

  

Talgild happing

Talgild happing merkir happing, sum fer fram á netinum ella við fartelefonum. Tílík happing kann fara fram við brúk av mynd, filmi ella teksti. Hetta kann eisini snúgva seg um ikki at sleppa við í bólkar á netinum ella at verða hildin uttanfyri. Eisini, at ongin dámar tínar myndir.  Talgild happing er altso ikki andlit til andlits, men fer fram, tá onkur happar, hóttir, baktalar ella útihýsir tær á netinum ella á fartelefonini. Talan er um talgilda happing, tá ein persónur nýtir talgild amboð fyri at skaða onnur, og hesi, ið tað rakar, uppliva, at tað er trupult at verja seg.

Við talgildari happing kann vera trupult at verja seg, tí happarin ofta er dulnevndur, og harvið veit ein ikki, hvør er við í happingini  - ella tí, at myndir spreiða seg skjótt til onnur, so at tað verða fleiri ímóti einum.

 

Fá tað burtur! Fá hjálp!

Er talan um upplýsingar um teg á netinum, sum tú ikki vilt hava liggjandi har? Fá ein at hjálpa tær at fáa teir burtur.

1.   Set teg í samband við persónin, sum hevur lagt upplýsingarnar út - veitst tú, hvør hevur lagt hesar upplýsingar um teg út, bið tey um at fáa hetta strikað

2.   Set teg í samband við eigaran á heimasíðuni - um tú ikki fært svar, ella persónurin, sum hevur lagt tað út, ikki vil taka tað burtur, kanst tú seta teg í samband við ánaran av heimasíðuni ( domeninum). Á whois.com ber til at síggja, hvør eigur ymsu heimasíðurnar. Er talan um føroyskar heimasíður (.fo), ber hetta ikki til. Tá kanst tú seta teg í samband við nic.fo

3.   Set teg tí í samband við ein, ið kann hjálpa. Á www.strikameg.fober til at fáa ráðgeving og hjálp til at strika óynsktar upplýsingar á netinum.

4.   Set teg í samband við løgregluna - Um tú heldur, at okkurt er so grovt, at tað má strikast í stundini, eigur tú at seta teg í samband við løgregluna. Fá ein vaksnan at hjálpa tær. Tak eina skíggjamynd. Melda tilburðin!

 

Næmingurin skal duga at fyribyrgja og handfara óynsktar tilburðir á netinum

FØRLEIKAR        

Næmingurin skal:

-       duga at grunda yvir, hvørjir óynsktir tilburðir kunnu fara fram á netinum

-       duga at grunda yvir, hvat ið misskiljingar kunnu elva til á netinum

-       vita, hvat hann skal gera, um hann upplivir ella sær nakað ódámligt á netinum

 

Visti tú at…?

Tosa við onkran!

Hevur tú upplivað okkurt keðiligt, annaðhvørt í skúlagarðinum, á netinum ella við fartelefonini, so er tað av týdningi, at tú setir teg í samband við onkran, sum fær hjálpt tær. Hetta kunnu vera foreldur, onkur í skúlanum, skúlaheilsufrøðingurin ella annar vaksin, tú hevur álit á. Hóast hetta kann vera torført, er altíð betri at tosa við onkran um hetta, heldur enn at bíða, og alt kanska gerst nógv verri.

Eisini ber til at fáa ráðgeving og hjálp frá Barnabata og Tú & Eg Ráðgevingini. http://www.barnabati.fo/tu-eg Her ber til at vera dulnevndur.

 

Hvussu steðgar tú óynsktum tilburðum?

1.   Ikki svara illviljaðum boðum. Svarar tú, kann hetta eggja til meira happing.

2.   Goym boðini. Tær nýtist ikki at lesa tey, men goym tey sum próvtilfar. Tak eina skíggjamynd, um boðini eru ein mynd ella heimasíða.

3.   Boða frá tilburðinum til ein, tú kennir og hevur álit á. Tosa við vinir, ein lærara, venjara ella Tú&Eg Ráðgevingina.

4.   Blokera sendaran. Tú eigur ikki at finna teg í, at onnur fara illa við tær. Fá onkran at hjálpa tær við at blokera óynskt boð.

5.   Boða frá hjá teimum, sum kunnu gera okkurt við tað.

6.   Virð teg sjálvan og virð onnur