Næmingurin skal duga at skriva og viðgera samansettar tekstir við tilvísingum til aðrar slóðir

FØRLEIKAR
 

Næmingurin skal duga at meta um:

-       hvat slag av myndasniði eigur at verða nýtt í fjøltáttaðu framleiðsluni (á netinum, faldara, pappír)

-       hvørjir miðlalutir eiga at verða nýttir til at draga fram og undirstrika boðskapin (nýta miðlalutir ístaðin fyri tekst)

-       um miðlalutir (tekst, grafikk, video, ljóð), sum ein finnur, eru lógligir at nýta (copyright, cc)

-       hvussu leinki kunnu gera framløguna betri at lesa fyri móttakaran (fordýping, tjekka leinki, navigatión)

  

Talgild krøv

Umframt myndir,mugu vit eisini hugsa um onnur talgild krøv, eitt nú video, ljóð og teknimyndagerð (animatión). Vit mugu hava í huga, at nýta vit hesi, er tað við endamálinum at stuðla undir boðskapin. Tað er altso ikki tað tekniska í sær sjálvum, sum er endamálið. Ljóð og video kunnu sera væl stuðla undir at fáa ein boðskap fram, men um hetta ikki verður gjørt við skili og á rættan hátt, kann tað gera meiri skaða enn gagn.

Dømi: Ein framløga gjørd í PowerPoint, sum blinkar og hevur nógv ljóð, kann viðhvørt órógva so nógv, at boðskapurin ikki verður hoyrdur.

Upphavsrættindi

Tað mesta av tilfarinum á netinum er nemt at brúka, men havast má í huga, at hetta tilfarið hevur ein eigara. Vit møta fleiri ymiskum teknum, tá um upphavsrættindi ræður. Her eru nøkur teirra:

© - Copyright: Tú hevur ikki loyvi til at brúka tilfarið uttan so, at loyvi verður givið (ókeypis ella við keypi)

® - Registered: Skrásett vørumerki. Tú hevur ikki loyvi til at brúka tilfarið uttan so, at loyvi verður givið (ókeypis ella við keypi)

CC, Creative Commons. Er tilfarið merkt við CC, hevur eigarin longu givið øllum loyvi at brúka hetta. Upplýsast skal tó, hvør hevur gjørt tilfarið.

Leinkja innihald

Tá vit skulu vísa til keldu í einum teksti við einum leinki, er tað av týdningi, at hetta leinkið ikki órógvar tekstin. Leinkið kann eitt nú føra okkum til eina frágreiðing um eitt ávíst orð ella evni. Skilagott er at gera eitt virkið leinki, heldur enn, at alt leinkið, sum vanliga sæst í kaganum, verður víst. Dømi: Skúlatrøðheldur enn http://skulatrod.fo/?p=frontpage

Ein kann eisini leggja eitt leinki á myndir ella ikonir. T.d. kunnu vit seta eitt ikon av einum húsi niðast á síðuna, sum leiðir okkum “heim aftur” til byrjanina.

Innihaldsyvirlit kann eisini hava leinki, so ein lætt kann fara til ávísa síðu í einum skjali.

           

 

HEGNI 

 
Næmingurin skal:

-       kenna tey mest nýttu myndasniðini

-       duga at leggja eitt leinki í tekst og á myndir

-       duga at gera eitt sjálvvirkandi innihaldsyvirlit (t.d sjálvvirkandi funkan í Word)

-       duga at gera ymisk sløg av diagrammum í framløgum (stabbamynd, rimamynd, sirkulmynd osfr.)

-       kenna til © (copyright) og onnur symbol

-       kenna hugtøkini “remix” og “mashup”

 

Næmingarnir eiga at kenna ymisku myndafílusniðini og støddina á myndini og at til ber at broyta (komprimera) hetta, so at myndin ikki fyllir ov nógv.

Skjøl og framløgur kunnu lætt gerast ov trupul at arbeiða við og goyma, um fílan er ov stór. Serliga myndir kunnu gera fíluna ov stóra.

Upphavsrættindi

© merkir, at tilfarið er vart, og tú mást hava játtan frá eigara, um tú vilt nýta hetta. Tilfar, sum ikki er merkt við ©, skalt tú ganga út frá, at tey kortini eru tað.

Remix og Mashup hevur við tónleik at gera. Hetta er, tá ein brúkar tónleik hjá øðrum tónleikara og broytir útgávuna, brúkar partar av ella blandar fleiri løg saman. Til hetta krevst sjálvandi loyvi frá eigaranum.

Remix: endurinnspæling í øðrvísi hami

Mashup: at samanseta fleiri sangir í eitt lag