Næmingurin skal duga at vísa ábyrgd viðvíkjandi persónsupplýsingum hjá øðrum.
FØRLEIKAR
Næmingurin skal:
- skilja, um hann eigur ella kann kunngera og deila persónsupplýsingar hjá øðrum
- hugsa um, hvør sær tað, hann deilir á netinum
- hugsa um, hvat liggur í hugtakinum skrivi- og talufrælsi
Visti tú at…?
Upplýsing og innlit
Skalt tú geva persónsupplýsingar, hevur tú rætt at vita, hvør móttakarin er. Tú hevur rætt til at vita, hvørjar upplýsingar, onnur hava um teg, hvat tey skulu brúka teir til, og hvussu tey hava fingið fatur í teimum. Tú hevur eisini rætt at vita, um hesir upplýsingar vera givnir øðrum, og um so er, hvørji hesi eru. Varnast tú, at tínir upplýsingar eru skeivir, kanst tú krevja, at hesir verða rættaðir ella strikaðir. Upplýsingar, sum ikki longu eru viðkomandi, skulu altíð strikast. Tú kanst sostatt seta teg í samband við allar fyritøkur, sum tú heldur hava upplýsingar um teg og fáa at vita, hvat tað er, tey hava goymt.
Les meira á: www.strikameg.fo
Næmingurin skal duga at vísa ábyrgd viðvíkjandi persónsupplýsingum hjá øðrum.
HEGNI
Næmingurin skal:
- vita, at tað krevur samtykki, um tú vilt geva persónsupplýsingar víðari
- vita, at aldursmarkið fyri samtykki er 18 ár. Er ein yngri, mugu avvarðandi geva samtykki
- vita, at talufrælsi ikki gevur einum rætt til at siga nakað, sum er skemmandi, diskriminerandi og niðrandi (chikane)
- duga reglurnar fyri samtykki í sambandi við motiv á mynd
Visti tú at…?
Eitt rungandi JA
Um onkur ætlar at leggja myndir av tær á netið, mugu tey spyrja um loyvi fyrst. Um tú ert undir 18 ár, mást tú hava loyvi frá avvarðandi ella foreldrum. Tosa tí við tey um, hvar tú heldur, at markið skal vera, hvat tú heldur vera í lagi. Um tú ella foreldrini angra seinni, eiga tit at siga frá. Tá skulu myndir ella upplýsingar strikast beinanvegin.
Í Føroyum hava vit skrivi/talufrælsi. Hetta er ein mannarættur, sum merkir, at vit hava rætt at siga okkara meining um ymiskt, líkamikið hvør miðil ella pallur verður brúktur. Vit kunnu vera ósamd við polittikarar og teirra avgerðir og hava loyvi at kjakast við onnur um hetta. Tó mugu vit vera saklig. Skrivi/talufrælsi merkir ikki, at vit kunnu skriva/siga nakað, sum er niðrandi, sum ger mannamun ella er eyðmýkjandi fyri onnur.