Næmingurin skal duga at leita og finna viðkomandi upplýsingar        

 

FØRLEIKAR

Næmingurin skal:

- duga at greiða frá, hví tað er týdningarmikið at vita, hvør eigur heimasíðuna og/ella tilfarið

- duga at greiða frá, hvussu navnið á heimasíðuni kann geva ábendingar um, hvør eigur hana og trúvirðið hennara

- vita, at ovasta úrslitið frá eini leiting ikki altíð er tað mest viðkomandi. (Hetta tí, at til ber at keypa rættindi til at liggja ovast í leitingum)

- kenna týdningin av at nýta góð leitiorð

- duga at navngeva og goyma talgilt tilfeingi soleiðis, at tað er lætt at finna aftur

 

Keldukritikkur er vorðin týdningarmikil, tí ein og hvør kann leggja tilfar út og siga sína hugsan. Næmingar eiga at duga at skyna á trúvirðinum á heimasíðuni. Næmingar eiga at fáa frálæru í hesum so tíðliga sum gjørligt.

Næmingurin eigur at vita, at leitarar tillaga leitingarnar eftir tí, ein áður hevur leitað eftir.

 

 

HEGNI    

Næmingurin skal:

-       duga at skriva navn á heimasíðu í adressuteigin í kaganum

-       kenna minst tveir leitarar (Google, Snar, Wikipedia og aðrar)

-       vita, hvat eitt spjaldur (tab ella fane) er og duga at lata fleiri upp í kaganum

-       kenna nakrar endingar í heimasíðuadressunum (.fo, .dk, .co.uk, .com)

-       kenna nakrar snildir fyri at finna fram til, hvør ið eigur eina heimasíðu