Næmingurin skal duga at senda t-post

HEGNI
 

Næmingurin skal duga at velja:

-       hvør móttakarin skal verða, og um hesin skal vera í feltinum til kopi ella …

-       um hann skal svara høvuðssendaranum ella øðrum móttakarum (onkur sendir altíð til øll, sjálvt um tað ikki altíð er tað rætta)

-       um hann skal gera ein nýggjan t-post ella nýta svarmøguleikan (halda tráðin)

 

At læra at brúka t-post snýr seg bæði um at duga t-post effektivt og at læra seg góða t-post siðvenju. Tað er vert at hava í huga, at næmingar nýta nógvar hættir at samskifta við uttanfyri skúlan, og t-postur er kanska ikki ein av hesum.

Næmingurin eigur at hugsa um, hvussu t-posturin sær út hjá móttakaranum. At hann hevur eina gott og sigandi evni, og at teksturin er hóskandi býttur upp (góðar yvirskriftir, góð brot og mál). Næmingurin eigur at royna ymiskar møguleikar fyri tekstviðgerð, sum eru í forritinum.

At leggja viðfesti við í t-postinum ger, at næmingurin, sum dømi, kann fáa afturmeldingar um egið avrik. Hetta er ikki altíð so lætt og til ber at nýta aðrar møguleikar, so sum skýmøguleikar og leggja avrikið í og senda eitt leinki til viðfestið ístaðin. Meiri um hetta í mál eftir 7. flokk. Hesi avrik eiga at goymast væl við hóskandi navni og á røttum stað (í mappum) 

Tað er munur á at senda ein t-post til fleiri og so ein meiri persónligan t-post, sum tú sendir til ein einstakan persón. Sendir tú sama t-postin til fleiri ísenn, og tú ikki vilt, at móttakarin skal síggja, hvørji onnur eisini verður sent til, kanst tú nýta funkuna “Cc” (Carbon copi) ..

Um tú altíð nýtir svarmøguleikan í t-postsamskifti, tá tú sendir t-postir aftur og fram, gerst tað lættari at fáa ein tráð í samrøðuna, og so gerst lættari at halda skil á

 

 

 

Næmingurin skal duga at senda t-post
 

FØRLEIKAR 

       
Næmingurin skal duga:

-       at senda og svara teldupostum (svara, víðarisenda, stovna nýggj boð)

-       at kenna munin á at “svara einum” og at “svara øllum”

-       at nýta leitifunkuna at finna post aftur við at leita eftir sendara og/ella evni

-       at leggja fílu sum viðfesti (til dømis uppgávur til læraran)

-       at gera skjáttur við posti

-       at geva dømi um typiskan fras-teldupost (spam)