Næmingarnir skulu duga at vara um rættindi viðvíkjandi egnum persónsupplýsingum
 


HEGNI


Næmingurin skal vita:

hvat persónsupplýsingar eru
at onnur brúka tínar persónsupplýsingar
at tínar privatu stillingar kunnu broytast
at um onnur skulu luta tínar upplýsingar, krevur tað títt samtykki
at myndir á netinum hava upplýsingar um, hvar myndin er tikin

Visti tú at?

 

Hvat er ein persónsupplýsing?

Hetta er ein upplýsing, sum er knýtt at einum ávísum persóni. Tað vil siga navnið, bústaður ella títt telefonnummar eru persónsupplýsingar. Ein mynd av tær er eisini ein persónsupplýsing.


Reglur fyri myndanýtslur

Vit hava tvey sløg av myndum; andlitsmyndir og støðumyndir. Tá talan er um andlitsmyndir, eigur tú altíð at spyrja um loyvi, áðrenn myndirnar verða lagdar út. Hetta er eisini galdandi fyri bólka -og floksmyndir. Í samband við støðumyndir, har dentur ikki er lagdur á fólkini, kunnu myndirnar verða lagdar út uttan loyvi. Hetta er tó treytað av, at støðan ikki er keðilig fyri tey á myndini. Tú mást tí minnast: spyr altíð um loyvi, tá tú ætlar at leggja myndir út at einum ella fleiri fólkum. Tryggja tær, at tú fært eitt avgjørt játtandi svar. Um so er, at tann, ið hevur játtað, angrar, tak so myndina burtur aftur. 


Hvør skal síggja hvat?

Ert tú limur í einum netsamfelagi, er týdningarmikið, at tú fert gjølla um tínar persónsstillingar soleiðis, at tú hevur skil á, hvørjar upplýsingar onnur síggja. Áðrenn tú gerst limur í einum netsamfelagið (Facebook) eigur tú at tosa við ein vaksnan, sum kann hjálpa tær við persónsstillingunum.

Her eru nøkur góð ráð:

Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?
Er vangi tín opin ella afturlatin ?
Hevur tú gjørt vinalistar ella bólkar, so at tú hevur betri skil á hvør sær hvat?
Veitst tú hvat tínir vinir kunnu deila um teg? Kunnu tey til dømis frámerkja/tagga teg í myndum?
Hava leitarar, sum t.d. Google atgongd til tín vanga?
Hava ymiskar appir, atgongd til ymiskar upplýsingar um teg ella tínar kontaktir  


FØRLEIKAR

 

Næmingar eiga duga at 

at grunda yvir hvussu sínir persónsupplýsingar kunnu hava virði fyri onnur
at grunda yvir hvørjar upplýsingar tey deila við onnur við ynisku persónsupplýsingar-stillingum
at grunda yvir hvussu myndir innihalda upplýsingar um hvar myndin er tikin

Visti tú?

Veitst tú í grundini hvat tú deilir við onnur?

Ymiskar appir hava ymiskar stillingar fyri hvørjar upplýsingar, tú deilir við onnur. Tá tú tekur eina mynd við telefonini, avmerkir telefonin staðið, har myndin er tikin. Hetta kann í summum føri vera óheppið at deila við onnur. Tú kanst fáa ein vaksnan at hjálpa tær við at sláa staðsetingina (location) frá ella til.


Hvør skal síggja hvat?

Ert tú limur í einum netsamfelagi, er týdningarmikið, at tú fert gjølla um tínar persónsstillingar soleiðis, at tú hevur skil á, hvørjar upplýsingar onnur síggja. Áðrenn tú gerst limur í einum netsamfelagið (Facebook) eigur tú at tosa við ein vaksnan, sum kann hjálpa tær við persónsstillingunum.

Her eru nøkur góð ráð:

Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?
Er vangi tín opin ella afturlatin ?
Hevur tú gjørt vinalistar ella bólkar, so at tú hevur betri skil á hvør sær hvat?
Veitst tú hvat tínir vinir kunnu deila um teg? Kunnu tey til dømis frámerkja/tagga teg í myndum?
Hava leitarar, sum t.d. Google atgongd til tín vanga?
Hava ymiskar appir, atgongd til ymiskar upplýsingar um teg ella tínar kontaktir

Næmingarnir skulu duga at vara um rættindi viðvíkjandi ábyrgd av loyniorði hjá sær og øðrum
 

HEGNI

 

Næmingurin skal:

- vita hví eitt loyniorð er týdningarmikið.

- vita at brúkaranavn og loyniorð eru persónlig

- duga at gera egin loyniorð við bæði tølum, teknum og bókstavum

- duga at gera brúkaranavn og loyniorð


Visti tú at?

Ansa eftir tínum upplýsingum.

Fartelefonir, teldlar og teldur rúma nógvum privatum upplýsingum bæði um teg og tínar vinir. Um so er at óviðkomandi fáa fatur í hesum, kann tað verða óheppið fyri teg. Tí er tað týdningamikið at tú ansar eftir tínum upplýsingum.


Góð trygdarráð í samband við fartelefonir

ansa eftir at læsa skíggjan (loyniorð, PIN-kota, fingramerki ella líknandi)
hav SIM kort-kotu hvørja ferð, tú tendrar telefonina
spyr ein vaksnan, áðrenn tú heintar nýggjar appir. Tey fáa hjálpt tær at kanna tær áðrenn
set skíggjalás til, tá tú leggur telefonina frá tær
Brúka ikki sama loyniorð allastaðni

FØRLEIKAR

 

Næmingar eiga at duga

at grunda yvir hvat kann henda um onnur brúka títt brúkaranavn og loyniorð
at grunda yvir hvat kann henda um tú hevur atgongd til brúkaranavn og loyniorð hjá øðrum
at hava ætlanir fyri at goyma, minnast og at vara um síni loyniorð

Visti tú at?

Góð loyniorð verja tínar persónsupplýsingar best. Tað týdningamesta ráðið í samband við eitt gott loyniorð er, at tú ikki nýtir sama loyniorðið allastaðni. Heldur tú, at tað er ringt at minnast nógv ymisk loyniorð, er tað betri at skriva tey niður á ein lepa og goyma henda væl, enn at hava sama loyniorðið allastaðni.


Har tað er gjørligt, nýt innritan í tveimum stigum. Hetta merkir, at tú nýtir loyniorð og síðani verður eina kota send til tín, tá tú skal rita inn.


Minst til at tænastuveitarar ongantíð krevja, at tú sendir teimum persónligar upplýsingar og loyniorð við t-posti. Ver tí illgrunasamur, tá biðið verður um tílíkt í t-posti, hóast tað sær út til at koma frá eini álítandi keldu.


- Eitt loyniorð skal verða lætt hjá tær at minnast, men torført hjá øðrum

- Nýt altíð ymisk loyniorð til ymiskar tænastur

- Loyniorð skulu verða so long sum til ber

- Broyt javnan loyniorð, ella tá tú heldur at onkur hevur fingið frænir av tínum loyniorði

- Sig ongum títt loyniorð